Íslendsk kvinnukór konsert í dag

64 sangarar í kvinnukórinum ?Léttsveit Reykjavíkur? vitja í Føroyum í hesum døgum. Kórið fer at syngja Norðurlandahúsinum í dag kl. 17, og á Toftum í annaðkvøld. Kvinnukór Lettsveit Reykjavíkur er felagsskapur av 100 kvinnum, sum hugna sær saman við sangi á hvørjum vetri. Í kórinum syngja systrar, møðgur, skyldkonur og vinkonur, ið saman við hinum limunum í kórinum hava tað í felag, at teimum dámar sera væl at syngja.

Kórið venur eina ferð um vikuna undir leiðslu av Jóhonnu Þórhallsdóttur og klaverleikaranum Aðalheiði Þorteinsdóttur. Tær báðar hava samstarvað um kórið frá tí, at tað varð stovnsett í 1995. Solistur er Maríus Sverrisson.

Kvinnukórið gav út fyrstu fløguna í 2005 í sambandi við 10 ára hátíðarhaldið. Tær hava ferðast víða um hesi fáu árini tær hava verið til, eitt nú í Írlandi, Spania, Portugal, Danmark, Svøríki, Italia og á Cuba. Eisini landsmenn teirra úti á bygd í Íslandi fáa javnan vitjan av kórinum, umframt at várkonsert og adventskonsert eru á skránni í Reykjavík á hvørjum ári.

Umframt at Léttsveit Reykjavíkur vitjar í Føroyum í ár, vóru tær eisini í Berlin fyrr í ár, har tær sungu í Admiral Pallats.

Kvinnukórið framførir tvær ferðir í Føroyum: í Norðurlandahúsinum sunnudagin 14. september kl. 17 og í Fríðrikskirkjuni á Toftum mánakvøldið.

Kórið hevur eina heimasíðu: lettsveit.is