Í dag kl 14.55 vóru konufólk í Íslandi eggjaði til at streyka fyri ójavna inntøku, kynjamismun, og harðskap á arbeiðisplássinum.
Teirra herróp til streykuna ljóðar soleiðis »Breyti ekki konum, breyti samfélaginu«, broyti ikki kvinnuna, broyti samfelagið.
Í síðstuni hevur nógv verið at hoyrt um harðskap og missmun á arbeiðisplássum, helst eftir átakið #MeToo, sum veruliga tók dik á seg á sosialu miðlunum í fjør.
#MeToo gjørdi tað greitt at rørðslan móti ójavnu inntøkuni ikki er tað einasta sum er umráðandi, tá tað kemur til arbeiðismarknaðin, eisini er talan um trygdina á arbeiðisplássinum fyri bæði kvinnur og menn.
Sambært Íslendsku hagstovuni er miðal inntøkan hjá kvinnuni í Íslandi 26% minni enn hjá mannfólki. Tað svarar til at tá kvinnur hava arbeitt uml 5-6 tímar, av einum 8 tímars longum arbeiðisdegi, hava tær vunnið sær pengar fyri dagin.
Til dømis, tú arbeiðir frá 9-17, so fært tú ikki løn aftaná kl 14.55, eftir miðal inntøkuni hjá kvinnuni.










