Íslendska innsavningin til føroysk bjargingarfólk gav umleið 800.000 krónur. Íslendski forsetin handaði føroyingum gávuna á hátíðarligari løtu á Bessastøðum
Fríðrík Ómar og Jógvan Hansen, sum hava arbeitt saman um tónleik í fleiri ár, tóku stig til innsavningina, eftir at teir høvdu verið í Føroyum og vitjað eftir tiltiknu ódnina í november. Tá fingu teir hugskotið um at savna pengar til føroysk bjargingarfólk.
Hetta varð gjørt við sjónvarpaðari konsert í Hørpuni í Reykjavík, og samstundis kundu fólk lata pengar umvegis eina heimasíðu.
Um vikuskiftið hava umboð fyri Landsfelagið fyri bjargingarfeløg verið í Íslandi og tikið ímóti gávuni, sum ljóðaði upp á góðar 17 milliónir íslendskar krónur tað svarar til umleið 800.000 danskar krónur.
Stóra peningagávan var latin føroyingum á Bessastøðum hjá íslendska forsetanum Ólafi Ragnar Grímsson. Og forsetin handaði saman við Jógvani Hansen og Fríðrik Ómar gávuna til føroyingar. Jógvan Hansen og Fríðrik Ómar sungu eisini fyri gestunum, sum vóru til hátíðarligu móttøkuna.
- Hendan løtan á Bessastøðum, tá ið eg handaði stuðulin til føroysku bjargingarfólkini, var ein rørandi løta, sum vísur hvussu tætt sambandið er millum okkara tjóðir, segði Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, í samrøðu við Støð 2.