Íslendski ráðharrin í fiskivinnu- og landbúnaðarmálum, Steingrímur J. Sigfússon, er í hesum døgum á vitjan í Bretlandi, har hann hevur vitjað íslendskar fiskivinnufyritøkur og kunnað seg um teirra virksemi.
Ráðharrin hevur eisini tosað við bretska fiskimálaráðharran, Richard Benyon, og í kvøld er hann til ein sokallaðan døgurðafund saman við bretsk-ísloendska handilsráðnum.
Í morgin verður Steingrímur J. Sigfússon hjástaddur, tá ein nýggjur fiskamarknaður letur upp í Grimsby, og har skal hann eisini halda røðu.