Íslendingur undir sundi

Millum tey umleið hálvttriðjatúsund fólkini, sum sunnudagin gingu og runnu undir Vestmannasundi, var eisini ein 78 ára gamal íslendingur

Tunnilsrenning

Leynar:78 ára gamli Thorsteinn Thorvaldsson av Akranesi hevði fingið túrin undir Vestmannasundi í jólagávu frá soninum.
Hetta frættist víða um lond, at føroyingar skuldu renna. Eisini útlendingar vistu av stóra tiltakinum undir Vestmannasundi sunnudagin.
Í stóru mannfjøldini, sum samlaðist við rundkoyringina í Leynum, áðrenn byrjað varð at renna og ganga gjøgnum undirsjóvartunnilin sunnudagin, gekk eisini ein eldri maður í kolli og joggingklæðum. Hann líktist ikki burtur úr fjøldini, sum taldi fólk í øllum aldri. Frá trimum mánaðum, liggjandi í barnavogni, og heilt upp til 88 ára aldur vóru tey, sum ætlaðu sær gjøgnum tunnilin.
Hesin eldri maðurin var í eini sonevndari t-shirt við áskriftini »Hvalfjarðar gangahlaup 11. júli 1998«, sum kundi bent á, at maðurin ikki var føroyingur ella í hvussu er hevði okkurt við Ísland at gera.
Og soleiðis var. Talan var um 78 ára gamla Thorsteinn Thorvaldsson av Akranesi í Íslandi, sum komin var hendanveg at taka lut í renningini undir Vestmannasundi.
Thorsteinn segði, at hann regluliga rennur við einum rennifelag har yviri. Hann hevur millum annað fyri stuttum runnið hálvt Marathon í Reykjavík, og sjálvandi var hann eisini við, tá runnið varð undir Hvalfirði í samband við, at undirsjóvartunnilin har lat upp á sumri 1998, sum áskriftin á blusu hansara eisini segði frá.
?Eg havi fingið ferðina til Føroya og atgongumerkið til renningina í jólagávu frá soninum. Hann hevði frætt um hetta tiltakið og helt, at hetta var júst nakað fyri meg. Og eg gleði meg til at fara ígjøgnum. Eg ætli mær at renna, sigur 78 ára gamli Thorsteinn.
Hann vendir frá okkum og fer eitt sindur niðan eftir arbeiðsvegnum móti smiðjuni. Hann ætlar at hita eitt sindur upp, áðrenn runnið verður.
Mannamúgvan veksur, og tað kennist meira sum at vera til midnáttarsang á ólavsøku. Ilt er at finna fólk aftur.
Men so trokast alt meira og meira beint innan fyri munnan. Teir fara at gera klárt at seta í gongd.
Og einastaðni har frammi í oddinum stendur Thorsteinn. Hann heldur seg veruliga framat, hóast hann líkasum verður trýstur eitt sindur av teimum »etableraðu« føroysku rennarunum, sum trokast um at standa fremstir við snórin, tá sett verður í gongd.
Vágamegin var trongligt, tá fólk komu yvirum. Hóast roynt varð at finna Thorsteinn aftur, eydnaðist tað ikki. Tó vistu fólk, sum vit fregnaðust hjá, at ein eldri íslendigur var komin ígjøgnum rættiliga skjótt eftir, at farið var úr Leynum.