MB, sum komandi árið skal spæla í næst bestu mansdeildini í fótbólti, hevur gjørt sáttmála við íslendska Dáði Már Steinsson. Dáði, sum er íslendingur, er 25 ára gamal, og í fjør var hann partur av liðnum hjá Afturelding, har fyrrverandi KÍ-spælarin, Paul Clapson, taldist millum liðfelagarnar.
Sagt verður, at nýggi spælarin vanliga spælir í álopinum ella sum framrættaður miðvallari.