Íslendski álopsspælarin Eidur Smári Gudjohnssen heldur ikki fram í Chelsea. Hetta boðar pápi hansara, Arnor, frá, eftir at hann hevur verið á fundi við leiðsluna í Chelsea. Ætlanin um at gera nýggjan sáttmála við Chelsea er slept, og nú fer Gudjohnssen at leita eftir nýggjum felagið. Tað verður neyvan nakar trupulleiki, tí íslendski álopsspælarin er høgt í metum í fleiri stórfeløgum kring Europa.
- Tað einasta, sum eg kann siga í løtuni, er, at Eidur rýmir úr Chelsea. Hvagar hann fer at spæla nú, er ikki avgjørt. Fleiri møguleikar eru, og Barcelona kundi verið ein, sigur pápin, sum eisini er umboðsmaður hjá honum.