Nevndarformaðurin í Parken Sport & Entertainment, Flemming Østergaard, hevur seinastu tíðina roynt at hildið íslendingum burtur frá at keypa seg inn í felagið, sum eigur og rekur danska tjóðarleikvøllin. Børsen skrivar, at í minsta lagi eitt íslendskt felag hevur viljað keypt partabrøv í Parkini, men at Flemming Østergaard ikki vil hava íslendingar uppí. Ístaðin var tað danski vinnulívsmaðurin Steen Larsen, sum í fjør keypt partabrøv í felagnum.