Eysturríki gav Ìslandi ein skarpan gang í kvøld, og leingi sá svart út hjá ?strákunum?, men Ísland sigraði at enda 26-23.
Íslendingar spældu ein sera góðan seinna hálvleik. Støðan í hálvleikinum var 11-16 til Eysturríki. Bjørgvin Páll Gustavsson fór í íslendska málið í seinna hálvleiki, og við 14 bjargingum var hann ein ógvuliga avgerandi faktorur fyri, at íslendingar megnaðu at hála sigurin heim.
Eysturríki kom ikki á talvuna fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, og Ìsland megnaði at vinna seg uppá 17-16. Eysturríki kom aftur í ein góðan stima, og førdi bæði 19-17 og 20-18, men so stongdi Bjørgvin Páll í íslendska málinum, og spakuliga otaðu ?strákarnir? seg framum Eysturríki.
Málskjúttar Ìslands ímóti Eysturríki:
Alexander Petersson 7, Þórir Ólafsson 5/2, Arnór Atlason 3, Ólafur Stefánsson 3, Snorri Steinn Guðjónsson 3, Guðjón Valur Sigurðsson 2, Aron Pálmarsson 2, Róbert Gunnarsson 1.
Noreg vann ein tepran 26-25 sigur á Brasil, sum ikki nakað eitt stórveldi í hondbólti, eins og í fótbólti og í flogbólti. Noreg var á odda 13-12 í hálvleikinum, og lata norsku miðlarnir ikki serliga væl at leikliga avrikinum hjá Noregi í kvøld.
Noreg og Ísland spæla hósdagin klokkan 18.10. Vinnandi liðið fær stigini við sær í millumumfarið.
Støðan :
Ísland 4 4 0 0 128-97 8
Ungarn 4 3 0 1 116-103 6
Noreg 4 3 0 1 117-107 6
-----------------------------
Eysturríki 4 1 0 3 114-116 2
Japan 4 1 0 3 108-129 2
Brasil 4 0 0 4 99-130 0