Íslendingar valdu ta bestu leiðina

Ísland, Írland og Letland fingu líkar trupulleikar, tá fíggjarkreppan tók seg upp í 2008, men íslendingar valdu ta skilabestu leiðina við at lata bankarnar fara av knóranum

Tað er niðurstøðan hjá hagfrøðinginum Zsolt Darvas, sum stóð á odda fyri at kanna viðurskiftini í teimum trimum londunum, og hvussu kreppan hevði ávirkað tey. Kanningin bleiv gjørd sum ein avleiðing av, at øll trý londini vendu sær til Altjóða Gjaldoyragrunnin um hjálp.

Írska blaðið Irish Independent endurgevur úr niðurstøðuni, at sambært hagfrøðinginum var tað rætt av íslendingum at lata teir bankarnar fara á húsagang, sum høvdu ført ein skeivan handilspolitikk. Avleiðingin av avgerðini hjá íslendingum varð, at teir eru slopnir lættari ígjøgnum kreppuna enn írar og letlendingar.

Irish Independent skrivar, at búskaparliga afturgongdin hevur verið minni í Íslandi enn í hinum báðum londunum, og harafturat er arbeiðsloysið eisini minni í Íslandi enn í Írlandi og Letlandi.