Vinnulív
Kollafjørður: Tað er ikki yvir at dylja, at Kollafjord Pelagic hevur verið ein sorgarsøga. Stórar vónir vórðu settar til hetta ovurstóra virkið, tá ið tað varð bygt herfyri. Men tað kom ongangtíð ígongd, tí maskinurnar fingust ongantíð at virka.
Men nú er líkt til, at bjargingin er nær.
Ætlanin er nevniliga, at íslendingar skulu keypa virkið og fáa tað ígongd.
Johan Dahl, stjóri á Kollafjord Pelagic, váttar, at samráðingar hava verið við íslendingar um at keypa virkið og at teir hava lagt boð inn.
Av tí, at onki er avgjørt, vil hann ikki nevna, hvussu høgt boðið frá íslendingum , men hann sigur kortini, at tað sær ógvuliga áhugavert út.
Nú skal so nevndarfundur vera í Kloosterboer, sum eigur Kollafjord Pelagic, og har skal so støða takast til íslendska tilboðið.
1100 tons um dagin
Kollafjord Pelagic varð bygt at virka uppisjóvarfisk. Men allar vónir, sum vóðru settar til virkið brustu skjótt, tí tær framkomnu maskinurnar fingust ongantíð at virka og sostatt kom virkið heldur ongantíð ígongd.
Tað endaði við, at Johan Dahl varð settur sum stjóri og hann skuldi so royna at endurreisa tað.
?Í royndunum at finna íleggjarar, sum vóru sinnaðir at vera við í eini endurreisn, komu vit í samband við íslendska felagið Sjólaskip og teir vóru so áhugaðir, at tað endaði við, at teir løgdu boð inn upp á virkið, sum støða nú skal takast til.
Sjólaskip hevur verið í uppisjóvarvinnu í fleiri ár. Teir hava fýra stórar trolarar í Mauritania í Afrika og teir hava eisini eitt nótaskip. Somuleiðis hava teir eisini havt virki á landi í Íslandi, men tað hava teir selt.
Johan Dahl sigur, at Sjólaskip selja eini 90.000 tons av uppisjóvarfiski um árið frá teirra egnu skipum.
Sjálvur metir Johan Dahl, at hetta verður loysnin uppá hesa sorgarsøguna, sum Kollafjord Pelagic hevur verið.
Endar tað við, at íslendingar keypa virkið, verða helst føroyingar við uppi í, tí tað eru eisini føroyingar, sum eru áhugaðir at seta pening í virkið.
Kollafjord Pelagic kostaði 170 milliónir at gera, men tað skulu minst einar 30 milliónir brúkast afturat, áðrenn maskinurnar fáast at virka.
Johan Dahl sigur, at keypa íslendingar virkið, miðja teir eftir at arbeiða 1100 tons um dagin og hanna væntar at arbeiðið verður til eini 25-40 fólk.
Fiskasløgini, sum tosað verður um, eru makrelur, sild, svartkjaftur lodna og vónandi nakað av gulllaksi og rossamakreli.










