Íslendingar sleppa lættari enn hildið

Danska blaðið Politiken skrivar í dag, at íslendska bankaskrædlið verður ikki so dýrt fyri teir íslendsku skattaborgararnar sum higartil hildið. Blaðið vísir á, at Icesave-bankin er partur av trotabúnum eftir Landsbankan, sum íslendska ríkið yvirtók á heysti í 2008, og sambært blaðnum hevur tað víst seg, at tað eru so nógvir pengar í trotabúnum, at tað kann rinda næstan 90 prosent av tí, sum Icesave skyldar.

Ein talsmaður fyri trotabúgvið sigur við Politiken, at altjóða grannskoðarar og ráðgevar hava kannað tølini og siga tey vera røtt.