Fjórð størsta danska charterfelagið Jyske Bravo er selt til íslendska ferðavinnufelagið Heimsferðir. Hetta skrivar danska Ekstra Bladet.
Heimsferðir eigur longu svensku Solresor og norska Solia. Hesið feløg verða nú savnaði undir einum móðurfelagskapi og felags heiti, Nýggja felagið fer væntandi at avgreiða umleið 320.000 ferðafólk og umseta umleið eina milliard dk. kr. um árið, skrivar blaðið.
Hvørgin partur ynskir at siga nakað um prísin, men serkøn, sum Ekstra Bladet hevur tosað við, meta, at prísurin liggur um 200 milliónir.
Peder Hornshøj og Henrik Søndergaard stovnaðu Bravo Tours í 1998, og felagið er alsamt vaksið hesi árini, til at avgreiða umleið 90.000 ferðandi um árið. Hetta er teirra lívsverk, og hóast teir hava selt Bravo Tours verða teir sitandi sum stjórar og hava somuleiðis fingið ein minnið part av partapeningum í nýggja ferðavinnurisanum.
Teir siga við Ekstra Bladet, at ferðavinnu konseptið hjá felagnum eisini í framtíðini verður tað sama. Andri Ingólfsson, ið eigur meirilutan av partapeninginum í nýggja ferðavinnurisanum, leggur afturat, at Bravo Tours hava sett dagsskránna innan góðsku á danska ferðavinnumarknaðinum, og hetta konsept er fullkomi til ein norðurlendskt charterfelag.