Íslendingar síggjast eisini á Skálafjørðinum

Tað er ikki bara í Vágsbotni, at stórskermar verða settir upp fyri at síggja EM-dystirnar hjá Íslandi.

Seinastu vikurnar hevur stórpallur mangan verið settur upp í Vágbotni, so fótbóltsfjepparar kunnu savnast at hyggja eftir fótbólti. Serliga hevur verið væl vitjað á uppihaldstrappuni, tá ið Ísland hevur spælt. Nú er eisini greitt, at íslendingar kunnu síggjast á stórskermi á fleiri støðum rundan um í landinum.

 

Í tíðindaskrivi boðar Løkshøll frá, at EM-fótbóltur eisini er at síggja á Skálafjørðinum. Í kvøld bresta íslendingar og onglendingar saman, og hesin dysturin verður at síggja í Løkshøll, har stórskermur verður settur upp. 

 

Aðrastaðni í landinum kann dysturin eisini síggjast. Tøting í Syðrugøtu vísir eisini dystin, og millum annað verður hann eisini vístur í ítróttarhøllini á Sandi.

 

Áttandapartsfinalan ímillum Ísland og Ongland byrjar klokkan 20.