Nú umleið helmingurin av atkvøðunum frá íslendsku fólkaatkvøðuni um Ice-save lógina eru taldar, vísa fyribilstøl, at næstan 93 prosent av veljarunum siga nei til umstríddu lógina.
Hetta er lógin, sum snýr seg um, at Ísland skal rinda 30 milliardir danskar krónur aftur til Stórabretland og Niðurlond, fyri tap hjá bankakundum í hesum londum. Sambært Ritzau hava 1,6 prosent atkvøtt ja, meðan 5,2 prosent av atkvøðunum eru blankar.
- Úrslitið hevur sum so ongar avleiðingar fyri stjórnina, sum fer at halda fram við at royna at finna eina loysn á Icesave-málinum, og at fáa landið á rættkjøl aftur búskaparliga, sigur Jóhanna Sigurdardóttir, forsætisráðharri, í kvøld. Sambært henni, er úrslitið av fólkaatkvøðuni sum væntað.
- Samráðingarnar millum Ísland, Bretland og Holland halda fram aftan á vikuskiftið, sigur Steingrimur J. Sigfusson, fíggjarmálaráðharri.
Stríðið um Icesave hongur neyvt saman við møguleikunum hjá Íslandi at fóta sær aftur búskaparliga. Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, og norðurlond aftra seg við at lata Íslandi næsta útgjaldið av einum tvísifraðum milliardaláni, um ikki ein avtala kemur í hús um Icesave málið.









