Á nýggjárinum vóru 183.697 íslendingar, sum vóru 18 ár og eldri, limir í fólkakirkjuni ella tjóðkirkjuni, sum tann almenna kirkjan í Íslandi verður rópt. Tað svarar til 77,2 prosent av fólkinum. Eitt ár frammanundan vóru 78,8 prosent í fólkakirkjuni ella 3.000 fleiri enn nú.
Tað sæst í tølum hjá hagstovuni í Reykjavík. Har sæst, at 5.092 fólk fóru úr teirri almennu kirkjuni í fjør, og tað er næstan helvtina fleiri enn í 2009.
Hagtølini vísa eisini, at tann katólska kirkjan er tað næststørsta trúarsamfelagið í Íslandi við 6.366 limum 18 ár og eldri. Í fjør fekk tann katólska kirkjan 653 nýggjar limir.