Tað seinasta skipið, sum íslendingar hava útvegað sær, kom í Vestmannaoyggjarnar um vikuskiftið. Tað er norska skipið Delta, sum eitt felag í Vestmannaoyggjunum hevur keypt, og sum hevur fingið navnið Álsey. Skipið, sum er góðar 66 metrar langt og 12,60 metrar breitt, er bygt í 1987 og tekur umleið 2.000 tons, skrivar Morgunblaðið.