Íslendingar lata føroyingum burturav

Føroyar hava higartil fingið ein part av íslendsku lodnukvotuni sum liður í fiskivinnusamstarvi millum londini.

Undir samráðingum í Ålesund í Noregi eru Ísland, Grønland og Noreg komin ásamt um at halda fram við verandi avtalu um býtið av lodnuni í íslendskum og grønlendskum sjógvi.

 

Hetta ber í sær, sigur Felagið Nótaskip, at Ísland framhaldandi fær 81prosent av heildarkvotuni, Grønland 11 prosent, og Noreg fær átta prosent.

 

- Føroyar hava higartil fingið ein part av íslendsku kvotuni sum liður í fiskivinnusamstarvinum millum londini. Er heildarkvotan oman fyri 500.000 tons, er føroyski parturin 30.000 tons.

 

Felagið Nótaskip veit at siga, at um íslendska kvotan er minni enn 500.000 tons, er føroyski parturin fimm prosent av heildarkvotuni, og í ár var føroyska kvotan í íslendskum sjógvi 8.650 tons.

 

- Ísland, Grønland og Noreg eru eisini komin ásamt um at víðka tíðina, har loyvt er at fiska lodnu, við einari viku, verður lagt aftrat.