Fyrsti HM-undankappingardysturin nakrantíð, tá ið talan er um altjóða kvinnuhondbólt, er júst avgreiddur í høllini á Hálsi. Liðini, sum spældu fyrsta dystin í hesi undankappingini vóru Ísland og Eysturríki. Ísland vann hendan dystin tepurt.
Dysturin endaði 28-24 til íslendingar. Harvið hevur Ísland lagt seg á odda í undankappingarbólkinum við tveimum stigum.
Beint nú hitar okkara kvinnulandslið upp til sín dyst, sum byrjar klokkan 20. Mótstøðuliðið er Makedonia. Onkur vil vera við, at tað er í hesum dystinum, at føroysku kvinnurnar hava besta møguleikan at vinna stig. Sum heild verður væntað, at mótstøðan hjá Føroyum verður gróthørð í hesari undankappingini, sum verður avgreidd í einum hetta vikuskiftið.
Tað var ikki nakað serligt av fólki og hugdi eftir fyrsta dystinum, men høllin á Hálsi er spakuliga við at fyllast undan fyrsta HM-undankappingardystinum hjá føroysku hondbóltskvinnunum.










