Vaktarskipið Tór hevur í vikuni verið í Føroyum at keypa olju, skrivar íslendska Morgunblaðið. Skipið hevði vakt á fiskileiðunum eystanfyri, millum Føroyar og Ísland, og Morgunblaðið skrivar, at skipið nýtti høvi at fara til Føroya at bunkra olju.
Morgunblaðið skrivar, at Tór keypti 600.000 litrar av olju í Føroyum, sum er út við eina hálva last av olju.
Sambært Morgunblaðnum skal íslendska vaktartænastan ikki rinda toll og avgjald av oljuni, sum verður keypt í Føroyum. Tí hevur íslendska vaktartænastan fleiri ferðir verið í Føroyum og bunkra, tá høvi hevur býðst seinastu árini, skrivar íslendska blaðið.