Íslendingar leggja stóran dent á at fáa staðfest, hvussu makrelurin ferðast í íslendskum sjógvi, hvussu nógvur makrelur er har, og hvussu leingi hann er innan fyri íslendska markið.
Teir seinastu dagarnar hava fýra skip leitað eftir makreli úti fyri Eysturlandinum og suðureftir. Vísir skrivar frá einum av skipunum, at teir sóu makrel og eisini nakað av sild. Sambært skiparanum var hetta íslendsk summarsild og norðhavssild.
Ísland var fyri hvøssum atfinningum, tá landið ásetti sær stóra makrelkvotu fyri árið í ár.