Íslendingar hildu tjóðardagin á Frælsinum

Í dag er tjóðardagur Ìslands. 17. juni er valdur tjóðardagur íslendinga, tí tjóðarhetjan mikla, Jón Sigurðsson varð føddur 17. juni í 1811, fyri júst 200 árum síðani.

Í dag skipaði "Frón" - felag íslendinga og íslandsvina í Føroyum fyri einari hugnaløtu í viðarlundini, sum liggur á Frælsinum í Havn, skamt frá Vesturkirkjuni. Fitt av fólki vóru koman saman á Frælsinum í dag.

Tórshavnar Kommuna hevði útvegað benkur og tjald, so rammurnar vóru góðar. Borðreitt varð við íslendskum pannukøkum, og á grilluna vóru lagdar danskar pylsur, tí tað er ikki loyvt at innflyta íslendskar pylsur.

Bjørn Elisson bjóðaði vælkomin, og Heðin Mortensen, borgarstjóri helt eina stutta røðu. Ìslendskir sangir vóru eisini sungnir.