Íslendingar hava funnið sínar yvirmenn í Føroyum.
Í hvussu so er tá ið tað kemur til at hava strang rúsdrekkalóg.
Tað heldur bryggjarin á Borgarnesi, har føroyska brennivínið Eldvatn og Lívsins Vatn, verður dropadrivið.
Men tað verður gjørt við føroyskum vatni, sum verður ført úr Føroyum vestur um hav á bryggjaríið á Borgarnesi.
Íslendska kringvarpið umrøddi margháttligu støðuna nú ein dagin og har undraðust tey á strongu reglarnar í Føroyum.
Bryggjarin helt fyri, at føroyingar eru lítið øðrvísi enn íslendingar. Í Íslandi halda tey seg hava besta vatnið í verðini. Føroyar eru ikki langt frá Íslandi og eisini her er nógv, gott vatn.
Men tað er als ikki loyvt at bryggja sterkt í Føroyum. Tí verður vatn ført vestur um hav til Íslands at verða bryggjað og dropadrivið til Eldvatn og Lívsins vatn, tí tað verður marknðarført sum ein føroysk framleiðsla – sum vit altso noyðast at framleiða í Íslandi har tað verður dropadrivið í stríðum streymi á bryggjaríi á Borgarnesi.
- Vit hildu, at íslendingar høvdu strangastu rúsdrekkalóg í verðini.
Men tað er komið óvart á hann, at vit í Føroyum hava eina uppa aftur strangari lóg.