Íslendsku skipini hava bara fiskað svartkjaft, og tey hava fingið 34.005 tons tilsamans. Russarar hava eisini roynt eftir svartkjafti og hava fingið 452,9 tons.
Trý lond, sum eru í ES, hava fiskað undir Føroyum í september mánaði. Tey eru Bretland, Frakland og Týskland. Tey hava fingið 456,6 tons tilsamans, og tey hava nýtt 110 fiskidagar.
Frakland er tað ES-landið, ið hevur fiskað mest. 361,1 tons hava fraklendingar veitt. Tey trý ES-londini hava fingið mest av upsa, sum tey fingu 149 tons av. Fronsku skipini fiskaðu eisini nakað av langasporli, sum taldi 144,2 tons av veiðuni.
Ísland nýtti 204 fiskidagar til at fáa tey 34.000 tonsini undir Føroyum, og Russland nýtti tólv fiskidagar til 452,9 tons. Tilsamans nýttu útlendsk veiðifør 340 fiskidagar í september.
Mest svartkjaftur
Útlendska veiðan í ár liggur um 225.464 tons hjá øllum tjóðum. Her standa íslendingar fyri størsta einstaka partinum. Teir hava fiskað 86.335 tons, og tað er alt svartkjaftur. Russland og Noreg liggja næst á listanum eftir Ísland. Russisk skip hava fingið 63.250 tons, og størsti parturin av veiðuni er svartkjaftur. Noreg hevur fingið 52.000 tons undir Føroyum.
ES-londini hava fingið tilsamans 23.000 tons í føroyskum sjógvi. Frakland og Holland hava fingið mest í sín part. Tey hava fingið umleið 5.000 tons í part.
Meðan Ísland bara uppgevur eitt fiskaslag, sum er svartkjaftur, so fáa førini úr ES-londum nógv ymisk fiskasløg. Fronsk, bretsk og týsk skip hava fingið væl av toski, hýsu, upsa, blálongu, kongafiski, langasporli og gullaksi.
Útlendsk fiskifør hava nýtt 3450 fiskidagar undir Føroyum í ár. Noreg hevur nýtt flest fiskidagar við 1807 døgum. ES-londini hava nýtt 1364 dagar, meðan Russland hevur nýtt 1098 fiskidagar. Ísland hevur bara brúkt 506 fiskidagar.