Íslendingar gera Landssjúkrahúsið

Í gjár var lisitatión til at gera fyrsta byggistig í dagføringini á Landssjúkrahúsinum. Tað vísti seg, at íslendingar áttu trý tey bíligastu boðini, og ongi fyrivarnir eru í tilboðunum, so tað er líkt til, at íslendska TG-Verk fer avstað við arbeiðinum

Stórar umbyggingar og dagføringar skulu gerast á Landssjúkrahúsinum. Fyrsta byggistig var til lisitatión í gjár.

Fyrsta byggistig umfatar, at endurnýggja útsíðurnar og at gera tekjuna á B-bygninginum. Tað er høvuðsbygningurin á Landssjúkrahúsinum.

Tá tilboðini vóru komin inn, vóru tríggjar íslendskar fyritøkur ovastar. Tann bílígasta, TG-Verk, gav eitt tilboð, sum ljóðar á umleið 27 milliónir krónur. Hetta er umleið tríggjar milliónir bíligari enn metingarnar hjá Landsverki vóru. Bíligasta føroyska tilboðið var frá felagnum Vikingsmíð, sum hevði eitt tilboð áljóðandi umleið 33 milliónir krónur. Sostatt meta íslendingar seg kunna gera arbeiðið umleið seks milliónir krónur bíligari enn føroyingar.

Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelagi, sigur, at hetta er ein gongd, sum langt síðani er byrjað.

- Í hesum føri síggja vit, at kreppan rakti Ísland fyrst, greiðir Magnus Magnussen frá. Hann leggur afturat, at hóast 30 milliónir eru nógvir pengar, so er hetta lítið afturímóti skúlanum í Marknagili til dømis, sum eisini skal til lisitatión í framtíðini.

Henry Olsen, formaður í handverkarafelagnum, harmast um støðuna, tí hetta kann merkja, at fleiri føroyskir handverkarar flyta av landinum.

- Tað, sum kann henda er, at bílig íslendsk arbeiðsmegi kemur til Føroyar, og tað er løgið, at føroyingar ikki kunnu kappast við hesar fyritøkurnar. Men tað kann eisini væl vera, at tað verða føroyskir handverkarar, sum gera arbeiði fyri íslendsku fyritøkuna, greiðir Henry Olsen frá.

Magnus Magnussen veit tó at siga frá, at alt arbeiði verður gjørt eftir føroyskum treytum, um tað verða íslendingar, sum gera arbeiðið.

- Teir skulu sjálvandi arbeiða fyri somu løn sum føroyingar, tá teir eru her, sigur Magnus Magnussen.


Onga endaliga ætlan

TG-Verk, sum hava bíligasta tilboðið, hava enn ikki endaliga avgjørt, hvussu teir fara at skipa arbeiði. Men helst vera bæði føroyingar og íslendingar tengdir at arbeiðinum.

- Tað er ikki so nógv at gera í Íslandi nú, og tí royna vit at finna okkum arbeiðir at gera, sigur Óskar Gunnarsson, menningarstjóri hjá TG-Verk. Hann greiðir somuleiðis frá, at teir ikki eru komnir so langt við ætlanini, tí teir ikki eru vísir í, um teir fáa arbeiðið, men fáa teir tað, so verður talan helst um eina samanseting av íslendskum og føroyskum handverkarum, ið skal gera arbeiðið.



Bláoygdur Íslandssáttmáli

Magnus Magnussen vísir á, at Íslandssáttmálin ger alt virksemi hjá íslendingum lætt her.

- Mann hevur verið naivur viðvíkjandi Íslandssáttmálanum. Tað vísir seg, at íslendingar kunnu gera sum teir vilja her, meðan teir alla tíðina megna at seta smáar forðingar upp fyri okkum í Íslandi. Men vit vita ikki, hvussu verður nú, og av tí at hetta er ein vaksandi støða, so fara vit at hava fund um hetta í felagnum. Vit mugu eisini tosa við myndugleikarnar hjá landinum um hetta og fáa síðani at síggja, hvat hendir, sigur Magnus Magnussen.


Prísurin fyri frían marknað

Jóhan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, greiðir frá, at onki undarligt er við hesi støðuni.

- Nógvir føroyingar hava arbeitt í Íslandi. Nú er kreppa har, so byttan er vend. Tað sum hendir, er bara kostnaðurin av globaliseringini og fría marknaðinum. Men eg gangi út frá, at føroyskir handverkarar verða við í arbeiðinum, sigur vinnumálaráðharrin. Hann viðgongur tó, at ávísir manglar eru í Íslandssáttmálanum.

- Tað eru nógvir skeivleikar í sáttmálanum, sum mugu rættast, tí føroyingar hava á nógvum økjum havt verri møguleikar enn íslendingar. Men tá talan er um handverk, so er talan um ein frían marknað, vísir Jóhan Dahl á.

Roynt hevur verið at fáa eina viðmerking frá Jørgeni Niclasen, uttanríkisráðharra, sum varðar av Íslandssáttmálanum, men tað eydnaðist ikki.