Íslendsk skip fiskaðu nógv meiri í síðsta mánaði enn í juni í fjør Juni royndist sera væl hjá íslendska fiskiflotanum. Hagstovan í Reykjavík sigur, at íslendsk fiskifør veiddu góð 127.000 tons í síðsta mánaði, og tað var meiri enn tvær ferðir so nógv sum í juni í fjør. Hinvegin var landingarvirðið bara 55 prosent størri.
Botnfiskaveiðan í juni var 38.000 tons, sum var 12.000 tons meiri enn í juni í fjør. Uppisjóvarfiskiskapurin gav uppaftur meiri. Í síðsta mánaði veiddu skipini 84.000 tons ímóti 30.000 tonsum í sama mánaði í 2008.
Av uppisjóvarfiski veiddu íslendingar 45.000 tons av sild og 39.000 tons av makreli. Serliga makrelveiðan vaks nógv, tí í juni í fjør veiddu íslendingar bara 2.400 tons av makreli.