Íslendingar fara nú at tosa í internettelefon

Eitt samstarv millum íslendska televerkið og dótturfelagið hjá RSL Communication, Delta Three ger, at íslendingar komandi ár kunnu tosa bíligari í telefon

Longu í januar kunnu teir okkurt um 170.000 telefonfelagarnir hjá Iceland Telecom ringja við lægri telefontakstum um alt landið.

Tann nýggja tænastan stendst av einum samstarvi millum Iceland Telecom og Celta Threee, sum er dótturfelag hjá RSL Communication.

Telefonfelagið lovar týðandi sparingar hjá telefonfeløgunum uttan tó at greiða nærri frá hesum.

Sambært Delta Three er Ísland ein serliga vælegnaður marknaður til endamálið, tí meira enn helmingurin av fólkinum hevur atgongd til internetið.