Venjarin hjá íslendska manslandsliðnum í hondbólti, Guðmundur Þórður Guðmundsson hevur valt at lata tann unga FH-spælaran, Ólaf Guðmundsson sita yvir í dystinum ímóti Serbia í kvøld.
- Eg havi tikið avgerð um at lata Ólaf hvíla í kvøld, men hann verður klárur til dystin ímóti Eysturríki. Vit mugu kann eftir hvussu menn eru fyri, aftaná dystin ímóti Serbia í kvøld, og tí vil eg havi allar møguleikar opnar, sigur Guðmundur Þórður Guðmundsson við Morgunblaðið. Hann fegnast um, at hann hevur nógvar góðar spælarar at velja ímillum.
Ìslendska landsliðið hevur havt eina lætta venjing í dag. Tó hevur Guðmundur Þórður Guðmundsson lagt herðslu á verjuspælið. - Vit eru tilreiðar til dystin í kvøld, og dreingirnir ætla at selja seg dýrt, sigur Guðmundur Þórður Guðmundsson
Guðmundur Þórður Guðmundsson fegnast um, at
Logi Geirsson og Aron Pálmarsson eru tøkir, aftaná smærri snuddir. Logi Geirsson hevur havt trupuleikar við økslini.