TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr ein part av tíðindafundinum hjá íslendska fótbóltslandsliðnum, sum var á enskum.
Í brotinum hoyra vit Lars Lagerbäck, venjara umframt stóru stjørnuna hjá Íslandi, Gylfa Sigurðsson, ið spælir við Swansea City í Premier League.
Báðir staðfesta stóra virðing fyri Onglandi, sum verður mótstøðuliðið í kvøld. Men íslendingar eru bevístir um egna megi, og teir trúgva uppá, at Ísland kann fáa enn eitt minniligt úrslit í EM-endaspælinum.
Dysturin millum Ísland og Ongland, sum verður í Nice byrjar klokkan 20 í kvøld.