Fótbóltur
Íslendska sjónvarpsrásin, Støð 2, visti týskvøldi at siga, at Grindavík, sum heldur til í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, í løtuni roynir at fáa hendur á tveimum føroyskum landsliðsleikarum.
Sagt verður, at felagið hevur í hyggju at fáa Julian Johnsson og Jákup á Borg, sum báðir spæla í B36, við í hópin til komandi kappingarár.
Kristian á Neystabø, formaður í B36, sigur í stuttari viðmerking, at Grindavík hevur verið í sambandi við B36, men at hann í løtuni ikki dugir at siga, hvørt nkað spyrst burturúr hesum.
- Tað veldst um so nógv. Ikki minst, hvat leikararnir sjálvir vilja, men sum útgangsstøði rokna vit við, at talan hjá okkum verður um sama hóp sum í fjør, umframt teir tríggjar, sum vit nú hava fingið afturat.
Yvirhøvur heldur formaðurin í B36, at áhugin fyri føroyskum leikarum er vaksin seinastu tíðina.
- Tað var serliga eftir landsdystin í Týsklandi, at fyrispurningarnir vóru nógvir í tali, og feløg úr bæði Íslandi, Danmark, Onglandi og Fraklandi hava verið í samband við okkum. Seinastu vikurnar er hesin áhugin tó fjarðaður nakað, og í verandi løtu dugi eg als ikki at siga, hvørt nakað spyrst burtur úr øllum prátinum, sigur Kristjan á Neystabø at enda.