Íslendingar brúka kortið

Tað stendur kanska ikki so illa til í Íslandi, sum tey flestu uttan fyri landið vilja vera við. Í hvussu er vísa tey seinastu hagtølini, at íslendingar eru farnir at brúka gjaldskortið aftur.

Í oktober rindaðu íslendingar góðar 23 milliardir íslendskar krónur við gjaldskorti, og tað var 3,0 prosent minni enn í oktober í fjør. Men Seðlabankinn vísir á, at í september rindaðu fólk 5,6 prosent minni enn í september í fjør, og at í august var munurin heili 17 prosent.

Sambært Morgunblaðnum er gongdin tekin um, at støðan í Íslandi er ikki so ring, sum forsagnirnar hava sagt.