Á fólkaatkvøðu í dag skulu íslendingar taka støðu til, um teir vilja góðkenna Icesave-semjuna, sum stjórnin hevur gjørt við bretar og niðurlendingar. Í semjuni er ásett, hvussu íslendingar skulu endurrinda skuldina, sum landið mátti átaka sær, tá Icesave-netbankin fór av knóranum.
232.539 fólk hava atkvøðurætt, og roknað verður við, at nógv fólk fara í valhølið. Tey, sum ikki kunnu velja í dag, kundu gera tað frammanundan, og tá freistin var úti í gjárkvøldið, høvdu meiri enn 24.000 atkvøtt.
Stórur spenningur er um úrslitið. Tann seinasta meiningakanningin, sum varð kunngjørd í vikuni, vísti, at 52 av teimum, sum høvdu tikið støðu, fóru at atkvøða ímóti semjuni.
Hetta er onnur fólkaatkvøðan um Icesave. Fyrru ferð var stórur meiriluti ímóti teirri semjuni, sum tá lá á borðinum.