Íslendingar arbeiða minni nú

Tøl hjá OECD vísa, at íslendingar arbeiddu munandi meiri undan fíggjarkreppuni, enn teir gera nú.

Tølini vísa, at í fjør arbeiddu íslendingar 1.697 tímar, og tað er væl minni enn árini frammanundan. Í 2007 og 2008, tá kreppan tók seg upp, arbeiddu íslendingar 1.807 tímar.

Í Finnlandi arbeiddu tey eisini 1.697 tímar í fjør, og íslendingar og finnar eru teir norðurlendingar, sum arbeiða mest. Sviar arbeiddu 1.624 tímar í fjør, danir 1.554 og norðmenn 1.414 tímar. Føroyingar eru ikki uppií.

OECD-tølini vísa, at norðmenn og týskarar eru teir, sum hava ta stytstu arbeiðstíðina, meðan fólk í Kili, Ungarn og Russlandi hava flest arbeiðstímar.