Sleipnir Regatta í Odense

Føroyingafelagið í Odense hevur - eins og flest onnur føroyingafeløg í Danmark - siglt í tungum sjógvi seinastu árini.

Føroyingafelagið í Odense hevur - eins og flest onnur føroyingafeløg í Danmark - siglt í tungum sjógvi seinastu árini.

 

Men eftir at felagið slóg seg saman við róðrarfelagnum Sleipnir, er vend komin í. Tað er sera virkið, og skipað verður fyri hópin av tiltøkum ár um dag.

 

Leygardagin 23. mei 2015 er Sleipnir Regatta í nýggja stásiliga norðuratlantsbygninginum við bryggjuna í Odense.

 

Navnframi føroyski útisetin, Jacob Haugaard, setur stevnuna, og síðani er kappróður á skránni.

 

Eftir loknan róður er døgurði, og tá fer baron Johan von Gyldenkilde (Jóhan í Kollafirði) at undirhalda. Um kvøldið spælir Birgir Leivskarð til dans.