Sleipaði bát á Miðvág

Boð vóru seinnapartin í gjár eftir bjargingarbátinum Rescue Lív, tá ein lítil motorbátur fekk maskintrupulleikar sunnanfyri Vágoynna. Tað upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.

- Tað var um trý tíðina í gjár, at vit fingu eina fráboðan um, at ein maskinbátur hevði maskinbrek og ynskti at fáa sleip. Rescue Lív fór tí út til teirra, sigur vakthavandi, ið upplýsir báturin var tá staddur sunnan úr Trælanípuni.

Veðrið var gott í gjár og sostatt var eingin vandi á ferð, og stutt eftir nátturðatíð var smábáturin sleipaður inn á Miðvág.