Globus, ið rendi á land eystantil á Suðuroynni, millum Tvøroyri og Hvalba í nátt, verður nú sleipaður til Havnar.
Eftir at losbáturin Hvannhólmur hjá Tvøroyar kommunu hevði sleipað bátin leysan aftur, tók Brimil um endan og fór undir at sleipa Globus til Havnar.
Av MRCC verður sagt, at tað gongur væl at sleipa, men at Globus lekur illa og tekur heilt fitt av vatni inn. Tískil eru manning farin av Knud Rasmussen, sum eisini liggur hjá bátinum, við pumpu, fyri at halda lens. Tó er eingin vandi fyri, at báturin skal søkka, sigur vakthavandi á MRCC Tórshavn.