Sleepless Ghosts vunnu Sement 2012

Ungu eysturoyingarnir í Sleepless Ghosts megnaðu við sínum sveimandi post-rokki, at skúgva øll hini til viks og vinna Sement 2012

 

Leygarkvøldið var finalan í tónleikakappingini Sement. Heili 25 bólkar hava luttikið í kappingi í ár, har av sjey endaðu í finaluni: Ari, Bogi og Barbara, The Happening, Black Crow King, Tummas Larsen, Sleepless Ghosts, Jústines í Túni

 

Og tá ið avtornaði vóru tað Sleepless Ghosts, ið fóru við sigrinum. Nummar tvey gjørdist Black Crow King, meðan Jústines í Túni endaði á einum triðjaplássi.

 

Umframt at vinna Sement, ið inniber eitt gávubræv frá Studio Bloch á 10.000 kr., fekk bólkurin eisini eina innbjóðing at spæla á G! Festivalinum 2012.

 

Undirtøkan bæði frá luttakandi bólkum og áhoyrarum hevur ongantíð verið so stór, og tí boðar Margarinfabrikkin frá, at Sement verður aftur um sama mundi í næsta ár.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.