Enska avísin, The Guardian, kundi í gjár avdúka navnið á manninum, sum hevur slatrað um, at hernaðarliga amerikanska fregnartænastan, NSA, sneytar í bæði telefonsamskifti og hevur atgongd til hópin av servarum í USA.
Maðurin er Edward Snowden, sum er 29 ára gamal og fyrrverandi tekniskur assistentur í amerikansku fregnartænastuni, CIA, og hann starvast nú í privata felagnum, Booz Allen Hamilton, sum millum annað røkir ymsar uppgávur fyri júst NSA.
Eg brýggi meg ikki um eitt samfelag, har alt tað, sum eg geri og sigi, verður tikið upp og goymt, sigur Edward Snowden, sum tí hevur kopiera eina rúgvu av skjølum, ið prógva sneytingina.
Fyri trimum vikum kopieraði Snowden síðstu skjølini, og so segði fyri sínum arbeiðsgevara, at hann mátti sjúkrameldast, tí hann skuldi viðgerast fyri epilepsi. Síðani fór hann til Hong Kong, har hann hevur krógvað seg á einum hotellkamari.