Slappa av við tónaskaldinum Eli Tausen á Lava

Unga tónaskaldið Eli Tausen á Lava bjóðar tær at kopla frá heimsins støðuga meldri og traðka inn í tær dvøljandi minimalu atmosferurnar hann hevur skapt í Impressions, hansara fyrstu tónleikaútgávu, sum kemur út 24. juli ígjøgnum plátufelagið TUTL.

 

Impressions gevur lurtaranum høvi at uppliva tónleik, uttan at fáa at vita hvat hann skal føla. Útgávan er samansett av trimum tematiskt samanknýttum klaververkum: In FogRipples og Bells. Endurtakandi og yvirlappandi mynstur eyðkenna øll trý verkini, sum eru í somu tónaart frá byrjan til enda. Hóast tað broytast tey áhaldandi, enntá um tað er heilt spakuliga.

 

Impressions bleiv til undir tí fyrstu tíðini av koronavirus farsóttini. Tørvurin at kopla frá tí støðugu bombarderingini av upplýsingum um farsóttina myndaði útgávuna, sum á ein hátt kom at spegla tann uppsteðgaða heimin menniskjan brádliga var í.

 

Eli Tausen á Lava hevur verið virkin sum tónaskald síðan 2015. Hann hevur skrivað solo-, kamar- og kórtónleik og hevur arbeitt við fleiri tónleikarum og tónleikabólkum, bæði í Føroyum og uttanlanda. Eli varð nevndur Ársins Nýggja Navn á FMA í 2019 — hetta var fyrstu ferð eitt klassiskt tónaskald vann heiðurin.