Á rættarfundi á middegi í gjár, var avgjørt, at skiparin á norska svartkjaftaskipinum, Strand Senior, skuldi rinda eina bót á 30.000 krónur og harafturat gjalda 90.000 krónur fyri virðið á veiðuni, ið tað hevði fiskað ólóliga í Føroyskum sjógvi. Meinigin var, at tey 300 tonsini, ið fiskað eru í føroyskum sjógvi skuldu dragast inn, men skipið fekk í staðin loyvi at rinda eitt endurgjald á 90.000 krónur fyri veiðuna. Tá er kiloprísurin roknaður at vera 30 oyru.
Vildi hava 400.000
Fútin kravdi í týsdagin, at skiparin tilsamans skuldi gjalda 400.000 krónur fyri brotsgerðina. Talan var um 300.000 krónur í bót og 100.000 krónur fyri veiðuna.
Men skiparin noktaði at taka ímóti hesum sektaruppskoti, og tí mátti málið í rættin. Og á rættarfundi týskvøldið, kravdi Jens Severinsen, ákæri, at skiparin skuldi rinda eina bót á 450.000 krónur og 150.000 fyri veiðuna. Hetta skuldi leggja nýtt støði í rættarviðgerðir av málum um ólóligan fiskiskap. Tað skuldi vera ávaring um, at tað ikki fer at loysa seg at bróta føroyskar fiskiveiðureglur.
Verjin kravdi harfturímóti frídøming, tí skiparin helt, at hann hevði loyvi at fiska í føroyskum sjógvi. Hann hevði jú eisini boðað føroysku mynduleikunum frá, at hann fiskaði í føroyskum sjógvi. Skiparin helt nevniliga, at hann hevði fingið loyvið hjá gamla Strand Senior, ið ikki longur fiskar svartkjaft. Tískil helt ákærin, at skiparin átti at sleppa við einari ávaring.
Úrskurðurin í málinum gjørdist tó, at skiparin á Strand Senior skal rinda bót á 30.000 krónur, endurgjald á 90.000 kræonur fyri veiðuna, og harafturat skal hann rinda sakarmálskostnaðin.
Strand Senior fór longu týskvøldið aftur til fiskiskap, eftir at reiðaríðið hevði veitt peningatrygd fyri skipinum.