Í dag varð ein maður fluttur í skundi á Landssjúkrahúsið eftir eitt arbeiðsóhapp í Nesvík.
Hann stóð í stiga og arbeiddi, tá ið hann brádliga datt úr stiganum. Fallið var fleiri metrar og høvdið tók.
Men tað varð borið skjótt at og minni enn ein hálvan tíma seinni var maðurin á veg á Landssjúkrshúsið í sjúkrabili.
Men har varð staðfest, at maðurin hevði ikki findið skaða av fallinum og løgreglan er nú í ferð við at kannað umstøðurnar, sum elvdu til óhappið.









