Seinnapartin í gjár fór ein bilur út av vegnum á Fútakletti í Vágum, tað er stutt frá har Vágatunnilin kemur upp.
Bilførarin hevur greitt løgregluni frá, at hann koyrdi umleið 90, tá ið hann onkusvegna endaði í vegøkslini. Hann royndi at stýra inn aftur á vegin, men tað miseydnaðist, og hann fór omanav.
Løgreglan sigur, at bilurin fór fleiri ferðir runt, áðrenn hann endaði á øllum fýra hjólunum aftur, einar 20 metrar niðri í brekkuni.
Bilførarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hóast ferðsluóhappið var ógvusligt, hevði hann ikki fingið stórvegis mein.
Løgreglan viðmerkir, at tá ið bilur endar í vegøkslini er skjótt at fara útav. Men í slíkum førum er tað ikki røtt framferð at royna at stýra bilinum upp aftur á vegin. Hyggjuráðini eru at slaka av, og so stýra bilinum upp aftur á vegin.