Slapp ótrúliga væl frá arbeiðsóhappi á Tvøroyri

Ein maður, sum var staddur á bryggjuni við Varðan Pelagic á Tvøroyri, kom rættiliga illa fyri í kvøld, men hann slapp ótrúliga væl frá tí.

Óhappið hendi, tá ið stóra farmaskipið, Green Karmoy skuldi leggja at á Tvøroyri.

Tað gekst ikki eftir vild og tí skipið rak inn at og tók í frystigoymsluna hjá Varðanum.

Skaðin var tó ikki stórur.

Men tá ið teir royndu aftur at binda skipið, stóð so nógv á, at ein trossi slitnaði og rakti ein mann á bryggjuni

 

- Upplýsingar, vit hava fingið, siga, at hann varð slongdur upp í loft og einar 20 metrar eftir bryggjuni, sigur løgreglan í kvøld.

 

Hann varð fluttur á sjúkrahúsið alt fyri eitt, men stoyturin var so harður, at øll væntaðu tað ringasta.

 

Men løgreglan sigur, at tað merkiliga vísti seg, at einki var brotið og maðurin hevði ikki fingið nakran skaða annars.

 

- ”Einasta” avleiðing av stoytinum var, at hann fekk heilsskjálvta, sigur løgreglan.

 

Arbeiðseftirlitið og Skipaeftirlitið hava fingið boð um hendingina.