Nýggjasta stjørnuskotið hjá Fólkaflokkinum er ein 19 ára gamal drongur úr Klaksvík, ið eitur Beinir Johannesen. Í ár er fyrstu ferð hann stillar upp til eitt politiskt embæti. Tað uppgávuna kláraði hann til eitt UG, tá hann bleiv valdur inn í Klaksvíkar býráð við ikki færri enn 170 atkvøðum. Hann bleiv fjórðvaldur í einum býráði, ið telur 11 limir.
Hann er stillførur í síni framferð og loypir ikki framav fyri tí hann er valdur inn í býráðið. Hann sigur, at hetta er ein spennandi uppgáva, sum hann sær fram til.
- Eg bleiv spurdur um at stilla upp av fólkafloksfelagnum her norði. Tá eg so hevði tikið avgerðina um at stilla upp, so setti eg mær fyri, at hetta skuldi ikki bert verða til stuttleika. Tað vórðu viðurskiftir í kommununi, sum eg helt eg kundi gera nakað við og tað valdi eg so at fokusera á, sigur Beinir Johannesen.
Beinir Johannesen hevur havt nøkur mál, ið hann valdi at arbeiða fyri. Ein betri og fjølbroyttari bústaðarmarknað, karmar til vinnuna og betri umstøður til ítróttin hava verið trý mál, sum hann hevur tosa nógv um.
Beinir Johannesen sigur, at hann hevur rikið uppá tann vanliga mátan og ikki gjørt meira burturúr enn nakar annar.
- Eg havi skriva eitt sindur á Facebook og roynt at skriva nøkur lesarabrøv. Annars havi eg tosa við fólk og havt eitt gott bakland, sum hevur roynt at reka fyri meg, sigur Beinir Johannesen.
Brotin úr javnaðarbergi
Pápabeiggi Beinir eitur Aksel V. Johannesen og er løgmaður. Fastir Beinir eitur Signhild V. Johannesen og er fyrstvald fyri Javnaðarflokkin í Klaksvíkar býráð. Abbi hansara eitur Vilhelm Johannesen og er fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin.
So er nærliggjandi at spyrja: Hví er tú ikki javnaðarmaður?
- Soleiðis eri eg bara. Eg havi altíð havt eina sannføring, ið passar væl í Fólkaflokkinum.. Eingin hevur roynt at ávirka meg politiskt og eg havi bara fingið mær mína egnu meining. Vit royna eisini at leggja politikkin á borðið tá vit í familjuni samlast, sigur Beinir Johannesen.
Hóast Fólkaflokkurin fekk fýra limir valdar í býráðið, endaði flokkurin í minniluta. Tað kann til tíðir verða eitt sindur møðsamt at sita í minniluta, men Beinir Johannesen ætlar sær at brúka sessin til at gera seg galdandni.
- Nú endaðu vit í minniluta og tá er kanska ringt at hava ávirkan, men eg má bara hava mínar kritisku brillur á og royna sum frægast at gera mína ávirkan galdandi, sigur Beinir Johannesen.