Slapp ikki við flogfarinum

Ein maður, sum hevur sitið í varðhaldi í Mjørkadali og skuldi flytast til Danmarkar, mátti sendast við Norrønu, tí Atlantsflog ikki helt tað vera ráðiligt at hann fleyg við teimum. Hesi tíðindi bar Kringvarp Føroya fyrr í dag.

 

Maðurin situr varðhaldsfongslaður til 19. februar, ákærdur fyri grovan harðskap og harðskap móti tænastufólki. Av onkrari orsøk kann hann ikki longur sita í varðhaldinum í Mjørkadali, og mátti tí flytast til Danmarkar. Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini, vil ikki siga nakað um, hví hann ikki kann sita restina av tíðini í Føroyum.

 

Vanliga vera fangar sendir av landinum við Atlantsflog, men í hesum føri bar flogfelagið seg undan. Tað sigur Hildur Hentze teir ikki ringar fyri.

- Atlantsflog hevur 140 onnur ferðandi at taka atlit til. Tað er væl skilligt, at tað kann virka ørkymlandi á onnur ferðandi, tá tey síggja fýra løgreglufólk og ein frá varðhaldinum koma gangandi við einum fanga, sigur Hildur Hentze. Hon vísir eisini á, at í flogfarinum er sera avmarkað pláss, og tí avmarkaðir karmar, um maðurin skuldi givið ilt frá sær á nakran hátt.

- Hetta kundi loypt óneyðugan ekka á hini ferðandi, sigur Hildur Hentze.

 

Maðurin er varðhaldsfongslaður til 19. februar, fyri tríggjar ákærur, harðskap, grovan harðskap og harðskap móti einum tænastumanni. Hann varð handtikin 22. januar og møtti í grundlógaravhoyri 23. januar.

 

Hildur Hentze sigur, at kanningarnar verða lidnar um eini tveir dagar og síðani verður málið handað ákæruvaldinum.

- So er spurningurin, um ákæruvaldið megnar at reisa ákæru áðrenn freistina, so at málið kann koma fyri rættin skjótt, ella um varðhaldsfongslingin møguliga má leingjast. Um so er, so má støða takast til, um maðurin má heintast heim til Føroya fyri at møta í rættinum, ella um onkur onnur loysn má finnast, sigur Hildur Hentze.