Slapp ikki at stilla upp

Stjórin í ísraelska tjóðbankanum, Stanley Fischer, sleppur kortini ikki at stilla upp til stjóravalið í Altjóða Gjaldoyragrunninum. Stanley Fischer kunngjørdi hvítusunnuaftan, at hann var valevni til stjórastarvið í IMF, men stýrið í grunninum sigur, at hann er ov gamal. Ísraelski tjóðbankastjórin er 67, men sambært reglunum hjá IMF skulu valevnini vera yngri enn 65.

Sostatt eru bara tvey valevni til stjórastarvið. Tað eru franski fíggjarmálaráðharrin, Christine Lagarde, og stjórin í meksikanska tjóðbankanum, Agustin Carstens. Hildið verður, at Legarde hevur teir bestu møguleikarnar.

Stjórastarvið í IMF hevur verið leyst, síðani Dominique Strauss-Kahn noyddist at siga tað frá sær, tá at hann bleiv ákærdur fyri kynsligan ágang ímóti einari kvinnu á einum hotelli í New York.