Í gjár hendi tað heilt sjáldsama, at Løgtingið noktaði fyri, at ein tingmaður setir landsstýrinum ein fyrsipurning.
Tað var Páll á Reynatúgvu, sum ætlaði at spyrja Løgmann um ymisk viðurskifti í sambandi við Sandoyartunlinum, um, hvørjar ætlanir, landsstýrið hevur, nær hann kann væntast at fara ígongd o.s.fr.
Men Hendrik Old í javnaðarflokkinum mótmælti, at slíkur spurningur verður settur løgmanni.
Hann metti, at adressan var skeiv og tí vildi hann hava Løgtingið at atkvøða um málið.
Og tað endaði við, at 15 tinglimir vildu nokta Páll á Reynatúgvu at seta Løgmanni spurningin, 9 tóku undir við tí og ein atkvøða var blonk.
Sosatt sleppur tingmaðurin ikki at seta Løgmanni.
Men Páll á Reynatúgvu hevur so longu gjørt av at seta spurningin framaftur-men hesuferð til avvarðandi Landsstýrismann, sum er Bjarni Djurholm.
Les eisini greinina: Taki hetta ikki sum illvilji og greinina: Nokta tjóðveldisfólki at brúka løgmann til fótatraðk.










