Løgreglan hevur havt ein liggjandi gest í nátt. Talan var um eitt fólk, sum var var farin inn á eitt hotell við kenning og ætlaði at leggja seg í forhøllini at sova. Tað vildu tey á hotellinum ikki, so tey ringdu til løgregluna. Tá ið løgreglan kom fram, vildi viðkomandi ikki fara av hotellinum, so endin var, løgreglan fór avstað við persóninum og legði hann í brummuna at sova í nátt.
Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt, bæði í gjár og í nátt.