Tá italska ferðamannaskipið Aida kom til Reykjavíkar í gjár, slapp skipið ikki at bryggju, tá tað var so nógvur vindur. Tí varð skipið liggjandi úti fyri havnini.
52 fólk, sum vóru komin til Íslands við flogfari, skuldu umborð á italska skipið, men av tí at skipið ikki fekk lagt at, sluppu tey 52 ikki umborð fyrr enn í gjárkvøldið, tá ein bátur, sum plagar at sigla við hvalaskoðarum, setti tey umborð.
Aida er 69.000 tons stórt og 255 metrar langt.