Slangur og krokudillur til ampa

Myndugleikarnir í Thailandi hava lovað virðislønir til tey, sum fanga ella bjarga rýmdum krokudillum eftir áarførið, sum verið hevur. Onnur lond ráða nú fólk frá at fara til ávísar partar av Thailandi nú í endanum av hesum mánaðinum.

Bilaferðslan út úr Bangkok er tøtt, nú áir floyma yvir. Myndugleikarnir í landinum bera mest ótta fyri, at áin Chao Phraya far floyma yvir og gera støðuna í thailendska høvuðsstaðnum verri, enn hon er í dag.

Síðan í juli hevur áarførið tikið lívið av 377 fólkum, og umleið 2,2 miljónir fólk eru rakt av støðuni.

Slangur eru ein trupulleiki í økjunum, sum eru rakt, og krokudillur eru komnar upp um áarbakkarnar. Tí bjóða thailendskir myndugleikar nú virðislønir til tey, sum kunnu fanga eina krokudillu í raktu økjunum.